Mynd: Rodmund á Kelduni

Oljudálking í Sørvági

16-07-2019 - 18:04 - Rodmund á Kelduni
Í gjárskvøldi varnaðust borgarar í Sørvági at olja rann út í stórá, menn frá kommununi og innsatsleiðarin løgdu oljusperringar í ánna og fóru at kanna hvaðan oljan stavaði, tað vísti seg at fólk hevði pumpa olju úr einum oljutanga og stoytt oljuna í eitt avløb ella gil. Í hesum partinum av bygdini eru nógvar gamlar steinsettar rennur sum renna út í størri innilokaði gil og var tað hettar sum gjørdi at olja rann út í stórá, tað er sera trupult at finna allar hesar gomlu rennir tí einki yvirlit finnst yvir tær. Kommunan er í ferð við at fáa kloakk viðurskiftina uppá pláss og er komin væl áleiðis við hesum arbeiðinum men enn vantar nakað í áðrenn komi er heilt á mál.

Málið er latið løgregluni sum hevur gjørt avhoyringar og kanningar.

Tað er sera óheppi at slíkt hendur, í løtuni eru fleiri Villdunnir við júst útkomnum ungum í Stórá og nógv síl hava verði at sæð í ánni í ár og yngul og pinkur tola ikki so nógv av, vónandi hevur hendan oljudálkingin ikki ikki alt ov ógvusligar avleiðingar við sær.