Ole Jakob Nielsen og Philippe Carré í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

mentan04-04-2018 - 10:04 - Jóanis Nielsen

Ole Jakob Nielsen og Philippe Carré í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Sunnudagin 8. apríl 2018, letur upp framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har listamenninir Ole Jakob Nielsen og Philippe Carré sýna fram.

Ole Jakob hevur í mong ár framleitt sermerktar lampur og skálir úr timbri, sum er hegnisliga dreyga á verkstaðnum í Leynum.

Philippe kemur at prýða veggirnar við einari røð av nýggjum málningum.

Talan er um eina søluframsýning, ið verður allan apríl mánaða.

Fernisering verður sunnudagin 8. apríl kl. 16:00.

Umframt røður, lættari ábit og tónleik verða listamenninir at hitta.

Øll eru hjartaliga vælkomin !