Jákup Lamhauge, strategistjóri, og Ólavur Ellefsen, stjóri í Globe Tracker, í nýggju hølunum á Skálatrøð.

Ólavur Ellefsen stjóri í Globe Tracker

vinna01-03-2021 - 14:40 - Jóanis Nielsen

Globe Tracker kunnger í dag, at Ólavur Ellefsen er settur sum stjóri. Hann tekur við eftir Jákup Lamhauge, sum hevur verið stjóri síðani 2016.


Jákup Lamhauge heldur fram í felagnum sum strategistjóri við ábyrgd fyri langtíðar­verkætlanum. Í leiðsluni eru annars Regin Mittún, fíggjarstjóri, Rich Meyers, rakstrarstjóri, og Don Miller, sølu- og marknaðarstjóri.

Globe Tracker framleiðir og mennir útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Kundarnir eru størri bingjuflutningsfeløg, og loysnirnar hjá Globe Tracker verða brúktar at minka um matspill, at bøta um gagnnýtsluna av bingjunum, at minka um orkunýtslu og lætta um viðlíkahald.

Í Globe Tracker starvast 45 fólk, harav 17 í Føroyum. Felagið er fyri kortum flutt inn í nýggja høvuðsskrivstovu á Skálatrøð, og ætlaninar eru framhaldandi at vaksa bæði í Føroyum og uttanlands.

Nevndin í felagnum fegnast um góðu gongdina, sum Jákup Lamhauge hevur staðið á odda fyri, og fegnast samstundis um, at tað er eydnast at styrkja leiðsluna við nýggja stjóranum.

Ólavur Ellefsen kemur úr einum starvi sum stjóri í eldratøknifyritøkuni Nemlia og hevur annars drúgvar royndir sum íverkseti.

Hann hevur – saman við øðrum – millum annað stovnað telefelagið Kall, taraalifyritøkuna Ocean Rainforest, veitaran av lærisimuleringum Simprentis og KT-fyritøkuna Klintra. Hann er eisini stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya.

Ólavur Ellefsen hevur verið í nevndini í Globe Tracker síðani 2014, harav nevndarformaður seinastu tvey árini.

Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.

Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.