Ólavsøkuskráin sæst her

Mentan28-07-2020 - 11:48 - Jóanis Albert Nielsen

Ólavsøka í ár er nógv øðrvísi. Býurin verður skrýddur og prýddur, og ólavsøkan verður sett við skrúðgongu, sum siður er ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi sambært almennu tilmælunum, og flestøll fara at fylgja við setanini heimanífrá.

Aftur í ár fara føroyingar at huga sær í Havn í føroyskum klæðum á ólavsøku, hitta fólk og práta. Men korona ger, at havnarfólk og allir gestir taka øll neyðug fyrilit, og at hvør ansar sær sjálvum.

Ein røð av tiltøkum eru á breddanum á ólavsøku. Ólavsøkuskráin kann verða lisin HER