Olaf Johannessen frumsýnur sjónleik í Løkshøll

mentan29-11-2020 - 10:07 - Jóanis Nielsen

Frumsýning við Olaf Johannessen í Løkshøll 05.12.2020

Tað er Olaf Johannessen, sjónleikari, sum fer at spæla einrøðuleikin Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Handstad.

Leikhús Skift venur í løtuni leikin Tann Komiska Tragedian i Løkshøll og partvís á SALT.

Um eina viku, tann 5. des. 2020 kl 20.00 verður leikurin frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Um tvær vikur, tann 12.12.2020 kl 20.00, spælur hann á SALT.

Um leikin

Ein sjónleikari og ein rolla skulu saman spæla eina týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í, og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri rollur koma upp í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni.

Tann Komiska Tragedian er ein heitur og menniskjaligur leikur. Hann er filosofiskur og so er hann stuttligur.

Tann Komiska Tragedian spælur í Løkshøll 5. og 6. des og á SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og áskoðaratalið er koronuavmarkað.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Frumsýning í Løkshøll tann 05.12.2020 kl 20.00

Sýning í Løkshøll tann 06.12.2020 kl 20.00

Sýning á SALT tann 12.12.2020 kl 20.00

Leikhús SKIFT

Sjónleikari:

Olaf Johannessen

Leikstjóri:

Marita S. Dalsgaard

Ljóssniðgevi:

Súni Joensen

Dramatikarar:

Eva Bonfanti og Yves Hundstad

Forlag:

Nordiska Starkosch