Oktobur skal vera grønur

Mentan01-10-2018 - 22:15 -

Grøntobur er eitt átak har sjóneykan verður sett á vistfrøði og umhvørvi. Í ein mánaða skulu føroyingar royna ein grønari lívstíl, har hugsa verður um, hvat vit koyra í okkum og út í náttúruna. Hetta er ein roynd at fáa føroyingar meiri tilvitaðar um valini í gerandisdegnum.

Eitt av vørumerkjunum hjá Føroyum er, at tær eru grønar bæði í útsjónd og sum umhvørvi, og tað kunnu tær áhaldandi vera - eisini ein gráan heystardag í oktobur. Átakið Grøntobur hevur til endamáls at kunna føroyingar meira um vistfrøðiligar og umhvørvisgóðar vørur, bæði heilsuna og umhvørvinum til gagns. Hvat er vistfrøði? Hví vistfrøði? Hvat merkir Svanamerki? osfr. Tað er av týdningi at fólk gerast meiri greið um hesi viðuskifti, so tey vita hvat tey velja til og frá og soleiðis kunnu taka meiri tilvitaði val, tá keypt verður inn í gerandisdegnum.

Ein avbjóðing í Føroyum kann vera atgongdin til grønu vørurnar í handlunum, tí tað kann vera stórur munur á úrvalunum í størri og smærri økjunum. Grøntobur kann soleiðis gera hesi viðurskifti meiri sjónlig, og kundin kann eisini gera vart við seg. Somuleiðis kunnu føroyingar, sum búgva í økjum, har tað er langt ímillum tær grønu vørurnar, fáa góð ráð um, hvussu tey kunnu liva eina grønari tilvera við teimum møguleikum sum eru.

Tað er Grøn Balance Føroyar, ið stendur handan átakið.