Ókeypis konsert og felagssangur á Hotel Skálavík í annaðkvøld

mentan31-03-2017 - 15:08 - Jóanis Nielsen

Leygarkvøldið 1. apríl kl. 20.00 fer 'Kórið hjá Jóhan' (av Skálafjørðinum) at hava sangkvøld við felagssangi og harmoniku á hotellinum í Skálavík.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Eitt sindur um kórið:

Kórið er til dagligt mannað við einum 35 sangarum - menn og kvinnur. Kórið hevur ferðast nógv uttanlands og í tí sambandi havt samstarv við útlendsk kór. Vitjað hevur verið í Prag, Berlin, Dresden, Hannover, Hamburg, Goslar o.s.fr.