Okeypis Gentur Rokka konsert 6 Juli kl 17.00 í reinsarínum

mentan06-07-2018 - 10:03 - Jóanis Nielsen

Aftur í ár hevur rokklegan "Gentur Rokka" veri hildin í Havn. Á rokkleguni læra gentur í aldrinum 14-18 ár at spæla uppá ljóðføri, og taka lut í spennandi verkstovum. Gentur rokka er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við at fáa fleiri gentur, kvinnur, tvørkynd og aðrar minnilutabólkar í samfelagnum at spæla tónleik og at tora at traðka fram.

Tær, ið hava luttikið, hava sjálvar smíða løg, tekstir og lagt til rættis, og framføra hesa løgini í Reinsarínum Fríggjadagin 6 Juli kl. 17.00. Konsertin er ókeypis.