Óhugnaligt at hoyra løgmann okkara

politikkur09-08-2019 - 16:14 - Jóanis Nielsen

Óhugnaligt at hoyra løgmann okkara og formannin i Javnaðarflokkinum aftur i dag sláa fast, at hann onki vil hava við Fólkaflokkin at gera. At tekna slíkar ræðumyndir kenna vit alt ov væl frá heimssøgu okkara. Hetta er eitt óhugnaligt og óunniligt rák, ið hevur stungið seg upp í føroyskum politikki😞Vit eru eitt lítið land, vit hava skyldu at standa saman til frama fyri felaga loysnum fyri land og tjóð. Hetta skylda vit føroya fólki.

Tað skrivar Annika Olsen á Facebook.