Oddbjørn væntar at EB/Streymur vinnur á 07 Vestur

ítróttur17-06-2018 - 12:19 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, og hann væntar millum annað ein sigur til B36 ímóti HB í 14. umfari í Betri Deildini hjá monnum, sum er á skránni um vikuskiftið.

14. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður sparkað í gongd leygardagin klokkan 18:00, tá NSÍ og Víkingur bresta saman í eystanstevnudysti við Løkin í Runavík. Sunnudagin spæla EB/Streymur – 07 Vestur, Skála – AB og TB/FCS/Royn – KÍ, meðan seinasti dysturin verður grannauppgerðin í Havn millum HB og B36.

Gestur í FSF Varpinum hesaferð at meta um og umrøða komandi umfar, er Oddbjørn Joensen. Og sambært fyrrverandi venjarinum hjá millum annað AB og HB, so ferð B36 avstað við sigrinum í høvuðsstaðnum.

Í sjónmiðilinum niðanfyri ber til at síggja og hoyra alt tað, ið Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen vænta av komandi umfari í fremstu deildini hjá monnum.