Mynd: H71

Oddadysturin endaði við javnleiki

ítróttur19-11-2017 - 18:40 - Jóanis Albert Nielsen

Í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti tók H71 í dag móti oddaliðnum. Neistin og H71 vóru undan umfarinum nummar 1 og 2 í deildini.

Dysturin byrjaði sera javnt, og fylgdust liðini heilt til 19. min tá ið støðan var 9-9, so fór Neistin undan H71 og hálvleiksstøðan var 12-16. 

Tað gingu ikki nógvir minuttir í seinna hálvleiki til H71 kom á javnt aftur, tað gjørdi teir tá ið støðan var 18-18 eftir 40. min. Síðani fór Neistin aftur frá teimum, og komu á odda 18-22, dysturin endaði 26-26.

Málskjúttar:

H71: Hilmar Leon Jacobsen 8, Vilhelm Poulsen 5, Mark Marcher 4, Leivur Mortensen 3, Pætur Thomsen 2, Ári Dam 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsø 1 og Niklas Hanussarson 1.

Neistin: Rasmus Søby 10, Pætur Mikkjalsson 6, Høgni Zachariassen 5, Torkil Hentze 2, Rune Olsen 2 og Tróndur Kragesten 1.

Støður: 

5. min. 3-3

10. min. 5-4

15. min. 7-8

20. min. 9-10

25. min. 11-14

30. min. 12-16

35. min. 14-17

40. min. 18-18

45. min. 18-21

50. min. 21-22

55. min. 23-23

60. min. 26-26

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin102542203416
2H71102662481815
3VÍF823622798
4Kyndil921221118
5Team Klaksvík9202225-238
6StÍF9227242-156
7KÍF9227251-243