Nýggja FM-steypið, ið kappast verður um í fremstu deildini hjá monnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Nýtt steyp til føroyameistaran

ítróttur25-10-2019 - 20:09 - Jóanis Albert Nielsen

FSF:Talan er um eitt spildurnýtt steyp, sum Christian Andreasen, forseti í FSF, fer at handa á Ovara vølli leygardagin, tá føroyameistarin 2019 í Betri Deildini hjá monnum er funnin

Steypið, ið kappast hevur verið um í fremstu deildini hjá monnum seinastu tíggju árini, varð í fjør vunnið til ognar av HB.

Talan er tí um eitt spildurnýtt steyp, sum forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen fer at handa liðskiparanum hjá B36 ella KÍ í morgin.

Tað er danski gullsmiðjurin, Claus Bjerring, ið hevur sniðgivið nýggja FM-steypið.

Trygdin má vera í lagi

Væntandi verða nógvir áskoðarar til dystin í morgin, og í tí sambandi vilja bæði feløgini heita á sínar áskoðarar um at taka hædd fyri trygdini.

Millum annað verður strangliga bannað at skjóta fýrverk ella nýta annað, ið kann elva til nógvan royk, meðan dysturin er í gongd.

B36 hevur eisini lagt eina kunning út, um hvussu áskoðararnir verða deildir upp til FM-brakið. Millum annað verður víst á, at B36-viðhaldsfólkini koma at sita í B36-húsinum og partinum av vestara skýlinum, sum er yvirav B36-húsinum.

KÍ-viðhaldsfólkini verða víst til inngongina við norðara endan av vestara skýlinum, sum er millum vestaraskýlið og Badminton høllina. Síðani hava KÍ-viðhaldsfólkini helmingin av vestara skýlinum og helmingin av HB-húsinum.


 

 


Tað er gullsmiðjurin, Claus Bjerring, ið hevur sniðgivið nýggja FM-steypið - Myndir: Bjarni Enghamar