Nýtt staklag hjá Jógvan Andrias: Sólarhvarv

mentan07-12-2017 - 20:45 - Jóanis Nielsen

NÝTT STAKLAG : JÓGVAN ANDRIAS - Sólarhvarv 8. desember kemur nýggja lagið Sólarhvarv hjá Jógvan Andrias út. Jógvan Andrias Joensen er yrkjari, sangskrivari og fólkasangari úr Klaksvík. Hann gav sína fyrstu fløgu Soleiðis saman út í 1999. Nú er hann klárur við sínum fyrsta staklagi Sólarhvarv, sum hann skrivaði eftir at hava upplivað sólarmyrkingina 20. mars í 2015.

Tað var í 1991 at føroyingar á fyrsta sinni av álvara varnaðust Jógvan Andrias, tá Amnesty gav út fløguna Amnesty tónar. Á fløguni átti hann lagið Ljós í myrkri. Hetta lagið gjørdist ein sonn landaplága, og taldist hetta millum mest eyðsýndu løg á hesi útgávuni. Á lagnum arbeiddi Jógvan Andrias saman við eini røð av dugnaligastu føroysku tónleikarunum og við sangarum úr Tórshavnar manskór. Bæði í lagskrivingini og yrkingini eru røtur aftur í siðbundnan føroyskan fólkatónleik, so sum kvæðini, og kórið stuðlar undir hendan kvæðakenda dám. Jógvan Andrias Joensen, gekk í 1987 á vísulinjuni á Norðurlendska háskúlanum í Kungalv. Orð og lag til Sólarhvarv varð skrivað eftir einum degi. Fyltur av íblástri setti Jógvan Andrias seg niður 24. mars í 2016, og úrslitið var vakra yrkingin og lagið, ið nú er tøkt. Jógvan Andrias var saman við familjuni og eini 1.000 øðrum fólkum niðri í Gil við Borðoyarvík, tá sólarmyrkingin var. Hann varð stórliga hugtikin av hesum, og sigur sjálvur, at hann kendi seg ikki lidnan við upplivingina. Tað var hetta sum gjørdi, at hann setti seg at skriva sangin. Hitið Sólarhvarv er nýtt orð, ið varð gjørt til eitt tiltak, ið Jógvan Andrias saman við øðrum skipaði fyri í Spaniastovu sama dag sum sólarmyrkingin var. Tá lagið skuldi spælast inn varð sami leistur brúktur, sum tá Ljós í myrkri varð innspældur. Nakrir av bestu tónleikarunum í landinum vórðu savnaðir. Upptøkan varð gjørd í Studio Bloch, og eisini hesaferð sungu sangarar úr Tórshavnar manskórið við. Úrslitið kann nú fáast á digitalu tænastunum so sum iTunes og Spotify.