Nýtt staklag frá Holgar Jacobsen

mentan15-12-2019 - 19:08 - Jóanis Nielsen

Holgar: Hetta er 3 staklagið eg gevið út í ár á Tutl, "Trupul er tú vetrartíð" er yrking eftir Mikkjal D á Ryggi, lagið er eitt sindur undarligt framkomið, mintist tað frá tí eg var ca 6ára gamal, gjórdi eina roynd at finna framm til hvør hevði gjórt lagi í 2012 millum annað í Kvf og spurdi fleiri tónleikarar í kundu metast at kenna lagið men uttan úrslit.
Nú havi eg so valt at geva sangin í er ein jóla/vetrarsangur út.
Tónleikarar eru Høgni Klakkstein trummur. Eyðun Johannessen bass. Dánjal Tavsen harmoniku og eg sang og gittarar, upptøkurnar eru farnar fram í Klaksvík og Sørvági. Dánjal Tavsen hevur miksa og mastra.
Leggjast kann afturat at Mikkjal á Ryggi gjórdi hesa yrking eitt myrkt vetrarkvøld uppi í Tøðuni, har hann gisti, tá hann var lærari í Gásadali.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=1M_qLE1fHMU&feature=share&fbclid=IwAR1BXLGzQGScTRA9-4RVvwPpHW8ORlFO2o0tQjRRAOx5L8Q2-cmoTaPIXw4]