Nýtt og skjótt internet á Smyrli

vinna17-01-2019 - 20:14 - Jóanis Nielsen

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, ið hevur ábyrgd av Strandferðsluni, hevur gjørt avtalu við Hilmar Eliassen, stjóra á Strandferðsluni, at fipurnet verður lagt um allan Smyril.

Heðin Mortensen sigur:

“Tað er eitt stórt framstig, at fipurnet nú er lagt umborð á Smyril. Fipurnetið virkar væl og skjótt, og nú kunnu fólk arbeiða umborð, um brúk er fyri tí. Mastrar eru settar upp ymsastaðni, og hetta hevur Føroya Tele avgreitt. Hetta er eitt ovurstórt framstig, og talan er um eitt sjónet í heimsflokki”.

Nógv ferð á netinum

Nú er eitt nýtt, skjótt og framtíðartryggjað internet á Smyrli.

Strandfaraskip Landsins hevur seinasta árið arbeitt við at dagføra internetið á Smyrli. Fipurnet er lagt um alt skipið, og nýggj framtíðartryggjað útgerð til sjónetið, er sett upp umborð.

Munandi økt

Ferðin á nýggja internetinum er munandi økt. Ferðafólk kunnu arbeiða á netinum. Internetdekningur er nú allan teinin millum Krambatanga og Havnina, eisini vestanfyri Sandoynna, har einki internet var fyri stuttum.

Videoútgerð er sett upp í einum av fundarhølunum á Smyrli, og við nýggja internetinum ber væl til at hava videofundir á túrinum. Møguligt er at leiga fundarhølið við videoútgerð á landi, og væl ber til at luttaka á fundum meðan silgt verður.

Nógvir brúkarar

Higartil er nýggja netið nógv brúkt. Gerandisdagar eru vanliga upp til 100 brúkarar á netinum samstundis, og um vikuskiftið liggur talið á umleið 200 brúkarum. Hægsta talið higartil er 310 brúkarar.