Nýggjastu


Mynd: Sasho Bjartsson / Portal.fo

Nýtt frystilínuskip er keypt fyri Kamb

vinna15-09-2020 - 10:46 - Jóanis Nielsen

 Felagið M&S á Strondum hevur keypt nýtt frystilínuskip fyri gamla Kamb, ið er seldur til Vestmannar. Tað sigur Mortan Mortensen, skipari á Kambi og eigari í felagnum M&S við Sjómansmissiónina.

Tað er norska frystilúnuskipið Østerfjord, sum er bygt í 1998, sum kemur til Føroyar seinast í oktober, skipið er 45,05 metrar til longdar og 10,90 metrar breitt, tað lastar 320 tons av frystum fiski.