Nýtt búmerki til Sjóvar kommunu

mentan27-06-2018 - 16:18 - Jóanis Nielsen

Sjóvar kommuna skrivar við hesum út búmerkjakapping.

Ynskið er at fáa eitt nýtt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir Sjóvar kommunu.

Tað stendur frítt at velja litir og snið. Navnið Sjóvar kommuna skal tó varðveitast, og skal kunna nýtast saman við ella í búmerkinum.

Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú brævpappíri, heimasíðuni, bygningum, bilum v.m. Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna nýtast svart/hvítt.

Uppskot skulu vera í A4 stødd og leggjast í ein brævbjálva við frámerki á. Gott hevði verið um ein frágreiðing um, hví júst hetta búmerki er hóskandi til Sjóvar kommunu, fylgir við. Avsendari skal ikki skrivast á brævbjálvan.

Í ein annan brævbjálva, við sama frámerki, skal navn, bústaður, telefonnummar og teldupost bústaður á tí, ið eigur uppskotið skrivast, og sendast til:

Sjóvar kommuna

Skúlavegur 10

490 Strendur

Merkið brævbjálvan “BÚMERKJAKAPPING”.

Uppskotini skulu verða Sjóvar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. september 2018.

Kommunustýrið skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini, ella einki at velja. Eisini tilskilar kommunustýrið sær rætt til at gera broytingar í einum møguligum vinnandi uppskoti.

Velur kommunustýrið eitt uppskot, fær vinnarin kr. 20.000 í virðisløn.

Sjóvar kommuna