Nýtt bókaverk: Í VESTURSKINI

Mentan04-06-2020 - 17:00 - Jóanis Albert Nielsen

Petur Jacob Sigvardsen, sum var 17 ár lærari í Vága sýslu, hevur núskrivað sjálvsævisøgu sína: Í VESTURSKINI.

Hetta framúr vakra og innihaldsríka bókaverk í tveimum bindum er 800 síður. Bøkurnar lýsa sera hendingaríka lívssøgu hjá einum bygdardreingi, sum tá bert 14 ára gamal fór heiman, og til hann nú, lívssól hansara stavar í vestri, hevur litið aftur á minnisríku lívsævi sína og fest tað á blað í einum løttum og livandi málbúna.

Eyðvitað eiga bestu manndómsár hansara sum lærari vesturi í Vágum og tað eina árið í Mykinesi sítt sjálvsagda pláss í bókunum.

Næstan øll tey árini, Petur Jacob var lærari har vesturi, stríddist eitt stýri saman við Vága kommunum, politikarum í oynni o.ø. fyri at fáa bygt eitt ellis- og røktarheim í Vágum. Petur Jacob, ið er einasti stýrislimur, sum eftir er á lívi, var har eisini bæði skrivari og kassameistari frá fyrsta degi, hetta sera týdningarmikla mál kom í ljósmála, og til tað varð framt í verki.

Við støði í teirri gerðabók, hann sjálvur førdi í 14 ár, ber í hesum bókaverki nú til hjá Vágafólki og øðrum áhugaðum at lesa ta rættiliga dramatisku forsøgu hjá hesum sera týdningarmikla og snotiliga heimi, sum nú ber navnið á Sýnini.

Bókaverkið er myndskrýtt við o.u. 300 frálíkum myndum. Av teimum eru eyðvitað nógvar myndir av skúlabørnum við lærarum í oynni og nakrar úr Mykinesi.

Bókaverkið verður lagt fram í Miðvági og Sandavági leygardagin 6. juni 2020.

Vanligur útsøluprísur verður: 498,00 kr.

Framløguprísur í Vágum:398,00 kr.

Í Bygdahúsinum í Miðvági nú leygardagin kl. 16.00.

Í Fiskastykkinum í Sandavági nú leygardagin kl. 18.00.