Nýskipanin er leys av veiðigjaldinum

politikkur23-03-2018 - 11:53 - Jóanis Nielsen

Í útvarpstíðindunum í gjár (22. mars) var ein langur lestur lisin um, at lógin um veiðigjald er tann týdningarmesti parturin av fiskivinnunýskipanini, og hetta var endurtikið í morgun, tá tíðindaredaktørurin tók saman um tíðindavikuna - hon segði veiðigjaldslógina vera størsta partin av fiskivinnunýskipanini.

Við øðrum orðum, um veiðigjaldslógin ikki verður samtykt nú, so hava vit eina amputeraða fiskivinnunýskipan.

Í hvørgum føri varð grundgivið fyri uppáhaldunum.

Men tað er eisini tað reina vrøvl. Eg vóni sjálvsagt, at lógin um veiðigjald verður samtykt í hesi tingsetuni, men hon er betemt ikki hvørki týdningarmesti ella størsti parturin av fiskivinnunýskipanini.

Tað er lógin um sjófeingi, ið varð samtykt fyri jól, sum er bulurin í nýskipanini. Tað er hon, sum skal tryggja burðardygga veiðu. Tað er hon, sum skal tryggja betri atgongd hjá øllum at bjóða seg fram. Tað er hon, sum skal tryggja størst møguliga virðisøking. Tað er hon, sum skal tryggja, at fiskivinnan skapar virksemi kring alt landið. O.s.fr., o.s.fr.

Tvær sera týdningarmiklar kunngerðir fara í næstum at verða lýstar við støði í lógini um sjófeingi. Tað eru kunngerðirnar um uppboðssølu, sum hevur verið til hoyringar, og kunngerðin um menningarkvotur, sum hvørja løtu fer til hoyringar.

Við hesum báðum kunngerðunum verður av álvara sett hol á implementeringina av fiskivinnunýskipanini. Síðani verður restin implementerað eftir einum fastløgdum tíðarleisti.

Tað er sjálvandi keðiligt, um tað ikki eydnast at fáa samtykt lógina um veiðigjald nú, tí hon byggir á nøkur týdningarmikil prinsippir fyri, hvussu gjaldið skal skrúvast saman. Hon tryggjar millum annað, at veiðigjaldið er í samsvar við tilfeingisrentuna - eyka vinningin, sum stendst av framíhjárættindum at fiska - og ikki bert er eitt meira og minni tilvildarliga ásett kilogjald. Av stórum týdningi er eisini, at manningarnar sambært lógaruppskotinum ikki skulu taka lut í veiðigjaldinum.

Tað er eisini keðiligt, at galdandi lóg ikki gevur landskassanum eins stórar inntøkur, og nýggja lógin hevði givið.

Men lógin um veiðigjald hevur altso ikki so stóran týdning, at nakað sum heslt fer av bulinum í sjálvari fiskivinnunýskipanini, um hon má bíða í nakrar mánaðir.

Ingolf S. Olsen
framsøgumaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi