Nýggjur stjóri í Norðoya Kunningarstovu

vinna15-04-2019 - 09:54 - Jóanis Nielsen

Nevndin fyri Norðoya Kunningarstovu hevur sett Jórun Gardar í starv, sum stjóra fyri Norðoya Kunnigarstovu.

Jórun Gardar er 36 ára gomul og kandidatur í samskifti frá Copenhagen Business School, har hon m.a. hevur nomið sær fakligar royndir innan projektstýring og leiðslu, umframt marknaðarføring og strategi.

Jórun Gardar hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir og hevur tey seinastu árini starvast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Jórun skal í samstarvi við nevndina skipa fyri, at ferðavinnan í Norðoyggjum framhaldandi kann vaksa og mennast, og skal hetta skipast í tøttum samstarvi millum kommunur og vinnulív í økinum.

Jórun Gardar byrjar í starvinum 1. juni 2019.