Nýggjur kommunustjóri í Fuglafirði

vinna01-06-2020 - 12:17 - Jóanis Nielsen

Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Henrik Weihe Joensen í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu. 

Henrik er 51 ára gamal og útbúgvin politistur og juristur. Harumframt hevur Henrik tikið master útbúgving í almennari leiðslu umframt onnur viðkomandi skeið. Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri í Tilbúgvingarstovni Føroya, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri í Tvøroyrar kommunu. Harumframt hevur Henrik starvast sum fulltrúi hjá Løgtingsins Umboðsmanni og sum ráðgevi í Fiskimálaráðnum. 

Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. september 2020