Nýggjur kirkjugarður gerast Úti á Gjógv í Sandavági

politikkur18-04-2018 - 13:10 - Jóanis Nielsen

Vága býráð samtykti á fundi mánakvøldið tann 16. apríl at gera nýggjan kirkjugarð Úti á Gjógv í Sandavági.

Eftir at hava arbeitt við málinum í nógv ár, hevur býráðið nú tikið endaliga avgerð um staðsetingina av kirkjugarðinum.

Nógv uppskot hava verið umrødd hesi árini. Seinastu tíðina eru tað tvey sera snotilig uppskot, sum hava verið umrødd. Eitt við kirkjuna og eitt Úti á Gjógv, harav tað seinna verður valt.