Nýtt fóðurskip - MATARHEYGGUR - kom á Miðvág í morgun

vinna18-04-2017 - 09:34 - Jóanis Nielsen

 HIDDENFJORD hevur keypt eitt nýtt fóðurskip, sum teir skulu brúka til alingina á Sandavági/Miðvági, ístaðin fyri flakan, sum teir nú hava. 

Nýggi fóðurskipið tekur 600 tons av fóðuri, tann flakin teir hava í løtuni tekur góð 200 tons. Skipið er keypt úr Onglandi og umbygt í Póllandi, sigur Bogi Jacobsen leiðari hjá Hiddenfjord.