Nýggjur bátadráttur í Kollafirði

vinna11-01-2018 - 16:30 - Jóanis Nielsen

 Nú fer at bera væl til hjá kollfirðingum at draga bátarnar í bátahylinum í Kollafirði. Nýggjur bátadráttur verður í løtuni gjørdur at draga bátar á sjógv. Bátadrátturin riggar eisini til vognar. 


Teir fóru undir arbeiðið í desembur, og tað verður eftir ætlan liðugt í januar.

- Vit gera nýggjan bátadrátt, eisini tí at hetta hóskar seg betri á hesum staðnum, síðani Tórshavnar kommuna legði flótibrýr út herfyri, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.



Gamli bátadrátturin í Kollafirði verður samstundis tikin burtur, og nýggi drátturin er fluttur eystureftir móti brimgarðinum. 

Hesin nýggi bátadrátturin er samsvarandi minna bátadráttin í Álakeri.

Pláss er fyri knappliga 70 bátum í bátahylinum í Kollafirði.