Nýggjárssangløta í Siloa

mentan06-01-2018 - 15:42 - Jóanis Nielsen

Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 7. január kl. 18, verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og nøkrum framførslum í Siloa í Fuglafirði!

Sungið verður úr Nýggju Sangbók, og nú vit fóru um eitt ársskifti, verður serligur dentur lagdur á sangir, sum á onkran hátt endurspegla hetta.

Umframt nógvan felagssang fara vit at hoyra Mariu á Lakjuni, Sólju Hansen, Barnakórið og Bárð á Lakjuni syngja fyri okkum.

Komið og syngið við – og lurtið! Øll eru meir enn hjartaliga vælkomin.

Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa!