Nýggjársrenning og ítróttarguðstænasta

mentan31-12-2016 - 13:35 - Jóanis Nielsen

Nýggjársdag, hin 1. januar 2017, verður fyri 12.ferð skipað fyri nýggarsrenning í Vágum. Hesaferð verður runnið frá skúlanum í Gásadali til kirkjuna í Bø. Øll kunnu vera við, bæði til gongu og renna. 

Tiltakið er ókeypis.


Byrjað verður í Gásadali kl. 14.00, og komin á mál, verður frukt og vatn at fáa, fruktina hevur Vága Keypsamtøka givið.

Rennarar og gongufólk kunnu skifta í skúlanum í Bø.

Kl. 15.00 verður ítróttarguðstænasta í Bíggjar kirkju við Ingu Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð.  

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vága Prestagjald og Ítróttarfelagið Frælsi