Nýggjársheilsan frá Hav Nordic

mentan31-12-2017 - 12:47 - Jóanis Nielsen

Vit ynskja okkara nærmastu, ætt, vinum og kenningum, okkara avloysarum, og reiðarínum Frakt og Sand í Runavík gott nýggjár, við tøkk fyri árið í farið er, og við vón um, at tað fer at gangast okkum

øllum væl í 2018.

Vit eru ávegis til Kolding í Danmark við fiskamjøli, og verða væntandi í Kolding 2 januar.

Heilsan føroyingarnir við Hav Nordic,

Eyðun Myllá
Jón Johansen
Jón Poulsen
Jóhann Joensen