Mynd: Jan Johannesen.

Nýggjársgudstænasta í Miðvágs kirkju

mentan20-11-2019 - 15:16 - Jóanis Nielsen

Komandi leygardag tann 23.november kl. 17 verður nýggjársgudstænasta í Miðvágs kirkju. Hon verður tikin upp og send á midnátt nýggjársaftan í sjónvarpinum

Inga Poulsen Dam prestur prædikar.

Áhugaverd sangluttøka fer at seta dám á gudstænastuna.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar syngur ein sálm, og Dorthea Højgaard Dam og Óluva Ísheim syngja tveir sangir.
Eisini fara limir úr Vága dansifelag at syngja eina vísu hjá Mikkjali á Ryggi.

Veri vælkomin