Nýggjar bátabrúgvar í Sørvági

vinna22-08-2019 - 09:36 - Jóanis Nielsen

Arbeiðið við at skifta bátabrúgvarnar í Sørvági er um at verða liðugt, teir hava skift á tí einu longdini, har eru 37 pláss - restin verður helst skift komandi ár.

Tað er SJH Commercial Divers í Vestmanna, sum hevur selt brúgvarnar, teir hava eisini lagt tær út.

Vit tóku myndirnar í gjárkvøldið.