Einans ein hundrandapartur av einum sekundi var á muni millum rossini.

Nýggja útgerðin kom væl við

ítróttur04-07-2018 - 10:42 - Jóanis Nielsen

Føroya Ríðingarfelag: Undan hesum kappingarárinum, gjørdi Ríðisamband Føroya eina stóra íløgu í tíðtakingarútgerð. Gamla útgerðin ið var ogn hjá Føroya Ríðingarfelag hevði tænt fyri seg og hevði elvt til ávísar trupulleikar seinastu árini.


Nýggja útgerðin sum er av merkinum Omega, er altjóða góðkend og er hetta eitt stórt tekniskt frambrot innan føroyska ríðiítrótt.

Hvussu neyv útgerðin er, fekst sjón fyri søgn, tá riðið var kapp í Vágum leygardagin. Seinasti riðilin var so tættir at tað tyktiskt nærum vónleyst at síggja hvat var fremri av rossinum. Men við nýggja tólinum, gekk bert lítil løta, so var greitt hvør átti munin - Hetta hóast tað bert var ein hundrandapartur av einum sekundi millum múlarnar.

Umboð fyri Ríðisambandið siga at tað vilja altíð vera ymsar barnasjúkur og byrjunartrupulleikar, við einari nýggjari skipan, men at tey vænta at hetta fer at gera tað munandi lættari og meira ómaksleyst at taka tíð framyvir. Av tí at útgerðin er munandi neyvari enn tann gamla, skuldi tað eisini fyribyrgt at tað er neyðugt hjá rossinum at ríða umaftir, tey sokallaði "umryttini" sum vóru neyðug tá tvey ross høvdu somu tíð í ymiskum riðlum.