Mynd: Reidar Simonsen

Nýggja fiskivinnulógin forðar skipum at landa uttanlands

Vinna07-01-2018 - 22:08 - Jóanis Albert Nielsen

Jupiter er ávegis til Føroyar eftir at hava verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi. Jupiter er fullfermdur nú teir hava kós móti Fuglafirði. Jupiter verður væntandi á Fuglafirði klokkan fýra í nátt, men biðitíðin eftir landingartørni í Fuglafirði er long.

Ein nýggj kunngerð sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti í gildi tann 1. januar 2018 viðvørir, at føroysk skip sleppa ikki at landa veiðuna uttanfyri Føroyar.

Kunngerð nr. 179, stendur í § 1. Øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum.

Tað verður gjørt sjálvt um at móttøkuorkan ikki er nóg stór at taka ímóti.

Henda kunngerðin ger, at Jupiter sum hevur 2500 tons av svartkjafti má bíða í Fuglafirði í næstan tvey døgn fyri at sleppa at landa.

Vit hava í kvøld tosað við skiparin umborð á Jupiter, Emil Petersen hann segði, at teir ætlaðu at fara til Íslands at landa veiðuna, men tað ber ikki til av nýggju lóggávuni, sum er komin í gildi. Emil er stúrin, tí í løtuni eru tað "bert" fýra skip sum fiska svartkjaft, sum verður landaður til Havsbrún, og longu er bíðitíðin uppmóti tveimum døgnum. Tá fleiri skip fara at fiskað, kann bíðitíðin fara at taka upp móti eini viku fyri at sleppa at landa til Havsbrún.

1. mars 2018 kunnu skipini ið fiskað svartkjaft renna seg í ein nýggjan trupuleika.

Í § 2 stendur, at í tíðarskeiðinum 1. januar 2018 til 28. februar 2018 eru eingi fiskasløg ella fiskaúrdráttir fevnd av kravinum í § 50, stk. 1 í løgtingslógini um, at í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

T.v.s. at frá 1. mars skal 25% av svartkjafta veiðuni bjóðast út á góðkendari uppboðsølu í Føroyum, og í løtuni er tað bert Havsbrún ið keypir svartkjaft.