Nýggja brúgv um Fossá í Vestmanna

vinna21-08-2019 - 09:28 - Jóanis Nielsen

 Í Vestmanna verður gjørd nýgg brúgv um Fossá á Ovara vegi. Gamla brúgvin var einkultsporað og stórt sving skuldi takast, tá ið koyrast skuldi eftir brúnni, henda nýggja brúgvin er dupultsporað við gongubreyt og einki sving skal takast tá ið koyrt verður eftir brúnni.

Hesa frálíku myndina tók Jónleif Joensen í gjár.