Hákun J. Djurhuus (Privatmynd)

Nýggj sendifólk í Moskva og Brússel

politikkur09-01-2018 - 22:35 - Jóanis Nielsen

Hákun J. Djurhuus tekur við starvinum sum sendimaður í Moskva og Elin Mortensen tekur við starvinum sum sendikvinna í Brússel.

Hákun J. Djurhuus er 49 ár, og útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aalborg Universitet. Hann hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 1998, og var sendimaður í Brússel árini 2000 til 2008, og sendimaður í Reykjavík frá 2011 til 2015.

Elin Mortensen er 37 ár, og útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Københavns Universitet. Hon byrjaði í starvi í Uttanríkistænastuni í 2009, og hevur eitt nú verið forkvinna í Brexit-bólkinum hjá landsstýrinum.

Kate Sanderson hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2012, og Bjørn Kunoy hevur verið sendimaður í Moskva síðani 2015. Tey fara aftur í starv í Uttanríkistænastuni heima í Føroyum.

Hákun J. Djurhuus og Elin Mortensen taka við sum sendifólk 1. september.