Nýggj kortskipan í Kvívík

vinna03-12-2019 - 11:44 - Jóanis Nielsen

Kvívíkar kommuna hevur seinastu tíðina arbeitt miðvíst at talgilda kommununa.

Fyri góðum ári síðani keypti kommunan kortskipan frá Munin, har tað er møguligt at skráseta leiðingar, myndir, byggisamtyktir o.a..

Tað eru nógvir fyrimunir við nýggju skipanini, tí nú er tað ikki bara minnið hjá arbeiðstoyminum, sum annars er gott, sum er grundarlag undir grevstrararbeiði og øðrum.

Við nýggju skipanini er eisini møguligt hjá borgarum at síggja, hvar leiðingin o.a. liggja til húsini.

Arbeiðið við at leggja upplýsingar á korti er komið væl áleiðis, tó er hetta arbeiða, sum skal halda áfram.

Møguligt er at síggja almenna korti áhttp://kvivikar.kort.fo/

Um borgarar hava myndir ella annað áhugavert tilfar at leggja á skipanina eru fólk vælkomin at venda sær til kommununakvivik@kvivik.fo