Nýggj kafé letur upp í Sandavági

vinna17-06-2019 - 15:44 - Jóanis Nielsen

 Hósdagin 20. juni letur nýggj kafe upp í hugnaligum hølum í Sandavági. Kafe’in, ið ber heitið Fiskastykkið, er partur av gomlum pakkhúsi, ið liggur við fiskastykkið Úti á Gjógv í Sandavági. Fiskastykkið og pakkhúsini vóru frá 1912 brúkt til at turka og pakka klippfisk.

Í arbeiðinum at umvæla tað ovasta pakkhúsið, hevur dentur verið lagdur á at varveita søgulig eyðkenni frá klippfiskatíðini.

Stutt um Fiskastykkið: Kafe’in fer at borðreiða við løttum og leskiligum rættum við støði í lokalum rávørum – serliga fiski. Harumframt ber til at njóta ein góðan kaffimunn við onkrum søtum afturvið.