Nýggj kafé í miðbýnum í Havn

vinna12-02-2020 - 12:03 - Jóanis Nielsen

Nýggja kafé’in eitur Karet og letur upp í hugnaligu matstovuhølunum á 62°N Hotel í Dr. Jakobsensgøtu í Havn. Her verður møguligt at keypa sær ein lættan bita, suppu, gott kaffi og aðrar drykkir.

Navnið Karet vísir aftur til gamla virksemi í hølinum, har Erik Simonsen fyrst í 20’unum hevði karetsmiðju. Her smíðaði og umvældi hann undirstell til hestavognar og framleiddi eisini hjól til vognar, trillubørir og annað. Hóast fyrsti bilurin kom til Føroyar í 1922, vóru tey fá, sum høvdu álit á teimum. Vegirnir í Føroyum vórðu gjørdir til hestavognar, og hesturin var framvegis álitið hjá føroyingum, ja, heilt upp í 60’árini var vanligt at síggja hestavognar á Havnargøtum.

- Vit eru spent og vóna, at gestirnir fara at taka væl ímóti okkara konsepti. Tað er nógv fólk og lív á Handilsgøtuni, og tí meta vit tað vera upplagt hjá fólki at njóta eina góða máltíð hjá Karet í døguðrasteðginum, ella at koma inn ein túr um kvøldið, sigur Súsanna Vang, dagligur leiðari.

Karet letur upp 12. Februar kl. 18:00, og hevur annars opið hvønn dag frá 12:00 til 22:00. Tað eru fólkini handan 62°N, sum reka Karet.