Nýggj frímerki frá Posta í dag

Vinna23-04-2018 - 13:18 - Jóanis Albert Nielsen

Fjølbroytt myndevni eru á nýggju frímerkjunum, sum í stuttum mynda Fuglafjarðar kommunu, sum í ár er 100 ár og Havnar sjónleikarfelag, sum eisini er 100 ár, umframt brim, makrel og brýr.

Fuglafjarðar kommuna 100 ár

Í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna í ár verður 100 ár sum sjálvstøðug kommuna, gevur Posta út tvey frímerki við myndevnum úr Fuglafirði – bandflættimynstur úr víkingaøld og standmynd við bátahylin. Suffía Nón hevur sniðgivið frímerkini.

Í hesum sambandi verður almenn móttøka í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag kl. 15:00 - 17:00. Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini bjóðar vælkomin. Suffía Nón, sniðgevi verður til staðar. Steffen Stummann Hansen, fornfrøðingur og Kristina Gry Berg greiða frá søgunum aftanfyri frímerkini og næmingar úr Fuglafjarðar skúla framføra løg úr Tarzan-leikinum. Øll eru vælkomin.

Havnar sjónleikarfelag 100 ár

Longu í 1781 vita vit, at ungir føroyskir studentar úr Keypmannahavn hava framført Holberg komediur í Havn. Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað í februar 1918 og fekk í lag at byggja Sjóleikarhúsið.

Myndevnið á ovara frímerkinum er úr sjónleikunum ”Kálvur lítli” eftir Ólavur Michelsen, leikárið 63/64 og ”Og tó skínur sólin” eftir Valdemar Poulsen, leikárið 65/66. Myndevnið á niðara frímerkinum er úr sjónleikinum ”Sangur í mjørka” eftir Elin á Rógvi, leikárið 2013/14. Anker Eli Petersen hevur lagt til rættis.

Brim yviri við Strond

Ferðafólkini á kampingplássinum yviri við Strond hvukku helst við, tá brimið brádliga stóð himmalhøgt, beint við har tey stóðu. Á hvørjum ári koma ferðafólk í túsundatali til oyggjarnar at síggja, uppliva ella sansa milda føroyska summarið. Men um ein hevur hug at vitja sanna leikvøll veðurgudanna, skal man koma til Føroyar á vetri. Vónandi kemur ein ikki út fyri skaðaódn, men minni kann eisini gera tað – ein lítil frísklig ódn, kanska. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Europa 2018: Brýr

Árligu Evropa-frímerkini mynda brýr. Brúgvin um Streymin ella brúgvin um Atlantshavið, sum hon onkuntíð verður nevnd, er størsta og elsta brúgv av sínum slag í Føroyum. Hon var tikin í nýtslu í 1973 og hevur brúgvin havt alstóran týdning fyri føroysku samferðsluna. Nýggja brúgvin um Sandá varð bygd í 2016, nærum tvær øldir eftir at Andrass Mortensen bygdi fyrstu brúnna um Sandá fyri egna rokning (1835). Myndir: Ólavur Frederiksen.

Makrelur

Føroyar eru kendar kring allan heim fyri sínar framúr fiskaúrdráttir. Tað kemst av, at vit hava ein fiskiflota, sum er í serflokki.Makrelurin er eitt stórt fiskatilfeingi í Føroyum, sum hevur sera stóran týdning fyri land og fólk. Makrelurin hevur nú fingið pláss á einum vøkrum frímerki, ið listakvinnan Astrid Andreasen hevur evnað.