Nýggj bók í røðini Skakandi tilburðir er komin út

mentan13-10-2018 - 19:33 - Jóanis Nielsen
Nýggj bók í røðini Skakandi tilburðir er komin út.


Hetta er 13. bókin. Bókin er innbundin, er 140 blaðsíður og kostar 259 kr.

Í bókini eru 14 spennandi tilburðir úr øllum landinum. Við frásøgn, myndum og tekning av hendingini livir lesarin seg inn í søgugongdina.

Hesaferð eru nakrar søgur, sum hava fingið altjóða umtalu. Her kann t.d. nevnast: Føroyingur, sum fekk skaða í yvirgangsatsókn, føroyingur, sum bleiv afturhildin í Turkalandi á óunnilinga hátt. Ein Frágreiðing er um, tá føroyingar vildu hjálpa sovjetiskum skipi í havsneyð, men sum ikki vildu hjálpast. Eisini er hending um smádreingir, sum fingu álvarsliga brunaskaðar, tá teir spældu við eld. Umframt fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi frásagnir.

Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur bókina út.