Nýggi kirkjugarðurin á Sandi vígdur

mentan29-03-2018 - 11:23 - Jóanis Nielsen

Sands kommuna: Nýggi kirkjugarđurin á Sandi varđ tikin í nýtslu sunnudagin, tá fyrstu 60 leiđini vórđu vígd.

Eystur-, vestur- og norđursíđurnar eru lađađar av Bjarka Henriksen, og varđ hetta arbeiđiđ liđugt í fjør. Suđursíđan er lađingin, sum er rundanum gamla kirkjugarđin.
Fýra stórir grótstabbar frá Grótvirkinum í Skopun halda kirkjuportrunum, sum KJ- Hydraulik hevur gjørt og sett upp.
Finnleif Fagradal hevur stađiđ fyri entreprenørarbeiđinum, at drena, slætta og gera gøturnar í nýggja kirkjugarđinum.
Nýggi kirkjugarđurin hevur smá ljós framviđ gøtunum, og eisini er ein gøtulykt sett upp viđ gøtuna oman til kirkjuna. Hetta hevur LM-Electric tikið sær av.
Nýggi kirkjugarđurin rúmar íalt umleiđ 250 leiđum.
Kommunan hevur somuleiđis dagført kirkjugarđsreglugerđina, so at til ber at jarđa tvær kistur á sama leiđi.
Sands kommuna ynskir øllum eini gleđilig páskir.