Nýggi borgarstjórin í Vága kommunu farin til verka

Politikkur02-01-2017 - 10:55 - Jóanis Albert Nielsen

Nýggi borgarstjórin í Vága kommunu Eyðdis Hartmann Niclasen møtti til arbeiðis við degnum í morgun.

Hon hevur í morgun tosað við starvsfólkini á býráðsskrivstovuni og sett seg inn í starvsviðurskifti teirra.

Seinrapartin hevur hon fund við fráfarandi borgarstjóran Rósu Samuelsen, har Rósa fer at greiða frá teimum málum, sum ikki eru avslutta, skrivar vága kommuna.