Nýbrot í Vestmannasundi

vinna29-06-2020 - 15:03 - Jóanis Nielsen

Sjóvarfalsdrekar verða veruleiki í Vestmannasundi, nú fyrri drekin verður settur út í næstum, og seinni drekin seinni í ár. Verkætlanarøkið er friðað fyri fisking og sigling í royndartíðaskeiðnum


Arbeiðið við sjóvarfalsverkætlanini hjá svensku fyritøkuni Minesto og SEV í Vestmannasundi gongur væl. Fyrra undirstøðið á havbotninum eru liðugt, og í næstum verður kaðal lagdur inn á Oyrargjógv, har eitt eftirlitsrúm er sett upp at fylgja við elorkuframleiðsluni í Vestmannasundi. Tá kaðalin er lagdur, verður fyrri drekin settur út í sjógvin. Seinni drekin, saman við undirstøði og kaðali, verða sett út seinni í ár.

Minesto er millum fremstu mennarar av havorkutøkni, og svenska felagið hevur fyrireikað sjóvarfalsverkætlanina saman við SEV í sløk tvey ár.

Sjóvarfalsorkan er serstakliga áhugaverd. Talan er um støðugastu varandi orkukeldu á okkara leiðum. Í mun til vindorku, vatnorku og sólorku, sum eru tengdar at veðrinum, og harvið eru óstøðugar orkukeldur, ber altíð til neyvt at spáa um, nær og hvussu hart rákið verður kring oyggjarnar. Sostatt verður talan um stórt nýbrot, um sjóvarfalsorkan loysir seg búskaparliga.

Altjóða viðurkendir serfrøðingar meta, at tilsamans á jørðini er sjóvarfalsorka svarandi til 80 GW, og nøgdin av sjóvarfalsorku kring Føroyar er tilsamans 1 GW. Av hesum ber væntandi til at gagnnýta 15-20 prosent, sum svara til 150-200 MW. Til samanberingar kann nevnast, at tá mesti eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er samlaða framleiðslan nakað oman fyri 60 MW.

Ymiskt er, hvussu tað rekur á ymsu firðunum, so um sjóvarfalsturbinurnar verða spjaddar kring oyggjarnar, ber til at hava sjóvarfall sum ein støðugan part av varandi orkukeldunum í framtíðini.

Verkætlanarøkið friðað fyri fisking og sigling

Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkið í Vestmannasundi. Sjóvarfalsdrekarnir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku.

Verður eitt nú fiskað tætt við drekarnar er vandi fyri, at línan fløkist í útgerðini. Hetta kann skaða bæði reiðskapin og drekarnar.

Økið er tí friðað fyri alla sigling og allan fiskiskap í tey tvey árini, royndarverkætlanin varir. Økið ella sonevndi kassin á sjókortinum, sum vísir verkætlanarøkið, liggur mitt í sundinum – millum Oyrargjógv á vágalandinum og Egilsnes á streymoyarlandinum.

Tak niður

Yvirlit yvir verkætlanina og friðaða økið.

Almennu koronatiltøkini høvdu við sær, at kunningarfundirnir, sum SEV ætlaði at hava fyri borgarum í Vestmanna, Kvívík og Vágum vórðu av ongum. Í staðin hevur verið kunnað í miðlunum, og plakatir, sum lýsa verkætlanina, verða settar upp við nærmastu bátahyljarnar.

Tað ber til at síggja knattstøðurnar fyri kassan áGoogle Maps, sum vísir neyva verkætlanarøkið í fartelefonini. Verkætlanarøkið er eisini sjónligt áwww.fishin.fo.

Steðga undir grindarakstri

Um tað gerst neyðugt at reka grind ígjøgnum Vestmannasund, skal sýslumaðurin boða vakthavandi á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna frá. Drekarnir verða síðani steðgaðir, so teir ikki órógva raksturin.

Um illa vil til, og útgerð – antin hjá einum sjálvum ella hjá SEV – fær skaða, so skal SEV boðast frá. Er okkurt hent, so at vandi er á ferð, ella er okkurt áfatt, sum kann hava vanda við sær, er umráðandi at boða sjóbjargingarstøðini, MRCC, frá beinanvegin.

Djóralívið skal eygleiðast

Øll neyðug loyvi til royndarverkætlanina eru fingin til vega, og herundir er ein góðkend árinsmeting, sum liggur á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni www.us.fo.

Ein treyt fyri góðkenningini av verkætlanini er, at djóralívið á staðnum skal eygleiðast, og sostatt skal SEV eygleiða og skráseta, hvørji møgulig árin drekarnir hava á djóralívið í økinum.

Skuldi tað hent seg, at fólk varnast nakað óvanligt við djóralívinum í økinum, verða tey biðin um at siga SEV frá hesum í telduposti til menning@sev.fo.


Sí stutt filmsbrot frá fyrireikingunum í Vestmanna.