Nýborg er komið til Vágs

Myndir17-09-2017 - 20:45 - Jóanis Nielsen

Í dag kom uppsjóvarskipið Nýborg til Vágs, tað er Ocean Group Faroes ið hevur keypt skipið fyri einum góðum mánaða síðani. Nýborg er fyrrverandi Gitte Henning, sum hevur verið heimahoyrandi í Hirtshals. 

Í kvøld hevur hátíðarhald verið fyri skipinum í Vági.

Nýborg er góðar 50 metrar langt, og 12 metrar breitt. Skipið er bygt í Skagen í 2000.