Nummarpláta = ognarskattur!

Politikkur04-08-2019 - 17:01 - Jóanis Albert Nielsen

Tann dagin tín bilur rullar út á vegin í Føroyum, byrjar tú at rinda ognarskatt. Hetta skalt tú gjalda óansæð, um tú brúkar bilin ella ikki.

Eg haldi, at vegskatturin skal avtakast og ístaðin skal eitt brúkaragjald leggjast á brennievnið. Viðlagda talva vísir, at um kr. 4 verða lagdar á brennievnið, so kemur sama upphædd inn í brúkaragjaldið, sum fyri vegskattin í dag, um vit brúka tølini frá 2018 sum útrokningargrundarlag. Á hesi talvu, sæst eisini nøkunlunda, hvat tú hevði skula goldið, alt eftir, hvat tín bilur brennur pr/km og hvussu nógv tú koyrir. Peningurin, sum kemur inn, eigur at verða oyramerktur til vegakervið. Vegakervið er afturútkomið á nógvum økjum. Nú er tað eitt trend, at vit øll skulu verða grøn. So um brúkaragjald er á brennievninum, so hava vit sjálvi møguleika at avgera, hvussu nógvan pening vit brúka og vilja spara. Um peningur skal sparast, so mugu vit keypa økonomiskar bilar, og so verða vit eisini meira grøn. So er tað tú persónliga, sum avger, hvat tín peningur verður brúktur til! Eg haldi eisini, at útlendskir bussar, sum koma til Føroyar við ferðafólki, eiga at rinda eitt dagsgjald pr/persón í bussinum. Havi fingið at vita, at soleiðis er tað í øllum EU-londum. Tað kann ikki vera meiningin, at stórir ferðafólkabussar, sum eisini eru við til at slíta okkara vegir, ikki skulu vera við til at gjalda fyri viðlíkahald.
Ferðavinnan má og skal vera til gagns fyri føroyingar og Føroyar!!

Les eisini fyrru greinina, um vegskatt, á mínum poilitiska vanga við at trýsta á linkið niðanfyri:

https://www.facebook.com/358058228142436/photos/a.382613339020258/409287416352850/?type=3&theater

Jonhard Danielsen
Valevni Fólkkafloksins til løgtingsvalið 2019