Nú nærkast til FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2020

ítróttur31-07-2020 - 10:18 - Jóanis Nielsen

Leygardagin 5. septembur renna og ganga vit aftur úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Tað er bert eina ferð um árið, at høvi býtst at renna eftir Vatnavegnum uttan ferðslu.

Luttakarar av Føroya Vakrasta seinasta ár lótu tilsamans 66.000 kr til Krabbameinsfelagið. Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarunum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennararnir hava eisini møguleika at lata stuðul.

Hóast onkrar tillagingar kunnu væntast orsaka av covid19 rokna vit við, at tiltakið verður eins hugnaligt og stuttligt sum vanligt við tónleiki á rutuni, eina máltíð aftaná, myndaboksin vitjar og tíðtøkan verður hesa fer við stuðuli frá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya.

Av møguligum tillagingum kann nevnast, at tað verða neyvan skiftimøguleikar, at munnbind verða brúkt í bussinum til Gásadals og kanska starturin verður skipaður eitt sindur ørðvísi enn hini árini.

1. august á miðnátt fer luttøkugjaldið upp og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum, kommununum í Vágum og vinnulívinum. Frælsi hevur venjingar fyri vaksnum á ymskum stiðjum og í ár gleðast vit um, at Frælsi eisini er farið undir at bjóða barnavenjing aftur.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum hjá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í covid 19 broytist vera tillagingar gjørdar.