Nú kom dagurin har eg havi verið symptomufríur í 48 tímar

corona29-03-2020 - 12:56 - Jóanis Albert Nielsen

Meinhard Winther skrivaði henda tekstin á Facebook í gjár: 

Góðan morgun. Nú kom dagurin har eg havi verið symptomufríur í 48 tímar, og eri eg "leyslatin" frá sóttarhaldi, og kósin er sett heim til míni kæru.

Eg kann taka stutt saman um hetta uppihaldið hjá mær.

Hesir dagar havi eg upplivað vinarligheit frá menniskjum eg kenni væl og frá øðrum ið eg ikki kenni og ikki havi møtt fyrr. Fólk eru steðgaði á uttanfyri her, eg havi sitið inni, fyri at tosa við meg, og kanna eftir um eg havi mat og drekka, og summi eru komin á trappuna við einari heilsan av og á. So tað hevur verið gleðiligt at fara út á trappuna og síggja eina heilsan liggja har, tá í eg eri komi út.

Tað er gleðiligt at síggja og føla at menniskju í 2020 enn hugsa um næsta sín, stuðla og hjálpa hvør øðrum, hóast tað oftani verður tikið til - at øll hugsa bert um seg og sítt.

Eg vil takka tykkum øllum ið á ymiskan hátt hava gjørt mær tíðina so góða, við práti, køkum, pannukøkum, røstum køtið v.m. Hesa tíðina eg havi verið vekk frá mínum heimi, konu og børnum.

Eg havi fingið eitt gott upplivilsið her í Sandavági, og fari eg at minnast aftur á hesa tíðina við gleði, hóast eg var "avbyrgdur" frá øllum, ein serlig tøkk til mínar grannar fyri sunnan í hava verið mær ógvuligani góð og stuðlandi. 
Og ein serlig tøkk til tykkum á Kráargøtu á Argjum 

Ansið eftir tykkum øllum við at virða tilmælini frá landsmynduleikunum. 
Tað er einasti mátin vit basa hesum virusinum á besta og skjótasta hátt.