Nú kanst tú søkja um Listaflogstuðul 2020

11-02-2020 - 14:34 - Jóanis Nielsen

Á fjórða sinni fer stuðulsskipanin hjá Atlantic Airways, Listaflog, at lata peningaligan stuðul til eitt ella fleiri listafólk og/ella listaverkætlanir.

Eins og undanfarin ár er talan um 100.000 krónur, ið skulu latast.

Stuðulin verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Hugskotið spretti, tá ið Atlantic Airways í 2016 gav flotanum nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum.

Ein trímannanevnd ger av, hvør fær stuðulin. Hansina Iversen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Alda Joensen, umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið og Laila Hentze, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways sita í nevndini.

Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018) og Sunleif Rasmussen, Greta Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019).

Evsta mark at søkja um stuðul er á midnátt sunnukvøldið 08. mars 2020.

Les um Listaflog og tak niður umsóknarblaðið á www.atlantic.fo/studul