Nú hevur teltið á flogvøllinum staðið sína roynd

vinna27-06-2020 - 16:00 - Jóanis Nielsen

Kl. 14.05 lendi AA-flogfarið, sum kom úr Keypmannahavn við góðum 100 fólkum umborð, ferðafólkini skuldu kannast fyri korona í teltinum, sum er sett upp uttanfyri móttøkuhøllina, alt gekk uppá stás skilja vit, tað gekk eisini skjótt at fáa allar korona-testirnar gjørdar.

4 flogfør koma í Vágar í dag, tað fyrsta var ein tyrla úr Sumburgh, so kom AA úr Keypmannahavn, kl. 17.45 kemur eitt flogfar úr Murmansk og kl.. 19.10 kemur AA úr Keypmannahavn.

27 JUN 13:10 SUMBURGH DAF3175 LANDED 13:32
27 JUN 14:05 KEYPMANNAHAVN RC453 LANDED 13:54
27 JUN 18:00 17:45 MURMANSK VIA ÅLESUND AUL9279
27 JUN 19:10 KEYPMANNAHAVN RC459