Nú hava línubátarnir fiskað 1.058 tons á Flemmish Cap

vinna22-01-2019 - 09:00 - Jóanis Nielsen

Nú 12 dagar eru farnir, siðan línubátarnir byrjaðu fiskiskap á Flemmish Cap, kann ikki sigast annað enn at tað hevur gingist væl hjá teimum øllum.

Tilsamans hava teir fiskað 1.058 tons, sambært uppgerð frá Vørn, sum sæst niðanfyri:

Eivind: 227 tons av toski og 6 tons av øðrum fiski

Stapin: 255 tons av toski og 0,5 av øðrum fiski

Kambur: 246 tons av toski og 0,5 av øðrum fiski

Klakkur: 323 tons av toski