Nú fáa vit eitt etiskt ráð

politikkur15-05-2017 - 21:37 - Jóanis Nielsen

 Í dag samtykti Løgtingið uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um Etiskt ráð. Etiska ráðið verður skipað við níggju limum, ið verða settir fyri fýra ár í senn.

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.

Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkinum.

Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.

Etiska ráðið letur úr hondum minst eina frágreiðing árliga. Ráðið virkar óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum ráðið tekur til viðgerðar innan lógarásettu karmarnar.

Ikki er neyðugt, at ráðið er samt í sínum niðurstøðum um ávís mál, tí endamálið er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, heldur enn at koma við avgjørdum niðurstøðum.