Nú eru tvey fólk innløgd

corona23-03-2020 - 19:26 - Jóanis Albert Nielsen
Í Føroyum hava 118 fólk fingið staðfest Covid19, og av teimum eru 23 fólk blivin frísk aftur. Í løtuni eru so 95 fólk ið hava korona smittuna. 

Tey nýggjastu tølini siga í kvøld, at nú eru tvey fólk innløgd á Landssjúkrahúsinum fyri Covid19.

Í løtuni eru tað fleiri enn 900 fólk, sum sita í sóttarhaldi. 

Tað eru nú gjørdar 2255 kanningar.